Moldovar vóru effektivari, og vunnu 1-0 á Tórsvølli. Føroyska liðið hevði meginpertin av spælinum, men tíðliga í seinna hálvleiki kom einasta málið í dystinum, sum tíverri fall til gestirnar
——————
Raksturin gekk væl, men grindin slapp, og vit stóðu eftir við ongum. Nakað soleiðis kunnu vit í stuttum lýsa EM-undankappingardystin móti Moldova á Tórsvølli sunnudagin, sum endaði við einum teprum 1-0 sigri til moldovar.
Meginpartin av dystinum vóru tað vit, ið høvdu bóltin og stýrdu spælinum. Føroyska liðið kom eisini í fleiri góðar støður, men bólturin vildi bara ikki í málið. Og tá so mótstøðumenninir skoraðu upp á ein av fáu møguleikunum, ið teir høvdu, ja, so bleiv úrslitið sum tað bleiv. Teir vóru tó eisini nær við at økja til 2-0, men Mattias Lamhauge stórbjargaði.
Tað vóru tískil nakrir skuffaðir spælarar og venjarin, ið hittu miðlarnar aftaná dystin. Men tað er neyvan nógv annað at gera, enn at reisa seg aftur til næstu uppgávur, sum eru um eina mánað, tá fyrst póllendingar koma á vitjan, áðrenn okkara menn skulu hitta Kekkia á útivølli.
Ein annar dystur var eisini spældur í bólki E sunnudagin. Pólland var á vitjan í Albania, og har vunnu albanar 2-0.
Støðan í bólkinum eftir fimm umfør er hon, at Albania er fremst við 10 stigum, Kekkia og Moldova hava 8 stig, Pólland hevur 6 stig, meðan Føroyar hava 1 stig. Øll londini hava spælt fimm dystir, uttan Kekkia, ið hava spælt fýra.
Myndir: Hans Erik Danielsen