Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti seinasta dystin í EM-undankappingini. Eftir at hava verið á odda við tveimum, taptu okkara gentur til endan 3-2 fyri Malta
——————
– Tað harmar okkum ómetaliga nógv, at tað ikki eydnaðist at fáa nakað stig heim við. Aftur hesaferð spældu vit ein góðan dyst, arbeiddu hart, og komu eisini á odda við tveimum. Men upp á sjey minuttir í seinna hálvleiki vendist alt á høvdið, og vit stóðu brádliga við ongum. So vit eru sjálvandi sera skuffaðar nú, sigur venjarin, Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin spældi føroyska U19-landsliðið við gentum seinasta dystin í EM-undankappingini, ið farnu dagarnar hevur verið í Norðurírlandi.
Mótstøðuliðið var Malta, sum undan dystinum hevði spælt javnleik 1-1 móti norðurírum, og vunnið 2-1 á Aserbadjan.
Føroyska liðið legði bragdliga fyri, og tá stórur hálvur tími var spældur stóð 2-0 til Føroyar á máltalvuni, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Málskjúttar vóru Judith Rasmussen og Ester Ellingsgaard.
Men um miðan seinna hálvleik koppaði alt á høvdið, og eftir lítlari løtu skoraði Malta trý mál, og vann til endan 3-2.
Støðan í bólkinum gjørdist tann, at Norðurírland og Malta fingu 7 stig, Aserbadjan fekk 3 stig, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.