Fyri áttandu ferð skal A-landsliðið við monnum møta Estlandi, tá Estland og Føroyar hittast á A. Le Coq Arena í Tallinn í morgin, leygardagin, klokkan 17:00

——————

Í dag fyri júst trettan árum síðani var ein minniligur og góður dagur í føroyskari fótbóltssøgu. Føroyar og Estland vóru í sama bólki í undankappingini til EM 2012, og tann 7. juni í 2011 møttust liðini á Svangaskarði á Toftum.

Úrslitið gjørdist 2-0 til Føroyar. Fróði Benjaminsen skoraði við brotssparki beint fyri hálvleik, og tá tveir minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki økti Arnbjørn Hansen til 2-0.

Men var dysturin á heimavølli móti estum minniligur, var útidysturin móti Estlandi árið fyri ikki minni minniligur – tó ikki fyri tað góða.

Jóan Símun Edmundsson legði Føroyar á odda tá lítil hálvur tími var spældur. Estar løgdu nógv fyri at javna, men føroyska verjan – við millum annað Atla Gregersen á odda – stóð sterk, og sum fráleið var nógv, ið bendi á, at Føroyar fóru at byrja undankappingini til EM 2012 við sigri á útivølli.

Men soleiðis bleiv ikki – als ikki. Estland javnaði í 91. minutti við máli frá Kaimar Saag – sum í 2018 spældi fyri B36 – og tveir minuttir seinni lá bólturin aftur í føroyska málinum. Estar stjólu sigurin í evstu løtu, og eftir stóðu føroyingarnar sum slignir á nevið A. Le Coq Arena í Tallinn.

Føroyar og Estland hava møtt hvør øðrum sjey ferðir í A-landsliðshøpi við monnum. Estar hava vunnið fýra ferðir, ein dystur er endaður við javnleiki, meðan Føroyar hava vunnið tveir.

Fyrri føroyski sigurin kom í hús tann 6. august í 1997, tá Estland og Føroyar møttust í venjingardysti á Ulikooli Stadion í Tartu. Málskjúttarnir vóru Jens Erik Rasmussen og Jan Allan Müller.

Dysturin í morgin á A. Le Coq Arena verður sostatt tann áttandi í røðini móti Estlandi, sum eisini er tann fyrri av tveimum, ið eru á skránni í Baltic Cup 2024. Finalan og dysturin um 3. plássið í Baltic Cup 2024 verða spæld týsdagin 11. juni.

Føroyski hópurin kom til estlendska høvuðsstaðin seinnapartin mikudagin. Síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni, og sum heild eru allir mans væl fyri. Fyrsta bríksl verður klokkan 17:00, sum er klokkan 19:00 lokala tíð í Estlandi.

Myndir: Hans Erik Danielsen