12. september 1990. Ein av størstu døgunum, um ikki tann størsti í føroyskari fótbóltssøgu. Í dag eru liðin júst 25 ár síðani 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona
Ævintýrið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum kundi neyvan havt fingið eina betri byrjan, tá avgjørt varð, at nú skuldi føroyingar fara uppí altjóða fótbólt og taka lut í EM- og HM-undankappingum.

Tað vóru samstundis nógv, ið hildu, at hetta var óðamannaverk fyri Føroyar. Men vit megnaðu kortini beinanvegin at prógva, at á einum fótbóltsvølli kunnu vit saktans vera við, og nú eina fjórðingsøld seinni prógva vit javnan, at vit kunnu spæla við og geva stóru fótbóltstjóðunum veruliga mótstøðu.

Tey flestu fótbóltsáhugaðu minnast uttan iva hendan dagin, 12. september, fyri júst 25 árum síðani, sum nakað serligt. Og tey flestu minnast nokk eisini hvar tey vóru, tá dysturin ímóti Eysturríki varð spældur.

Nógv varð sagt og skrivað undan dystinum, bæði av góðum og minni góðum. Serliga minnast vit orðini hjá eysturríkska framherjanum, Toni Polster, ið helt fyri, at Eysturríki uttan iva fór at vinna dystin ímóti Føroyum, og 10-0 var ein realistiskur møguleiki.

Stóri munurin á liðunum var eisini tann, at meðan hetta var fyrsti dystur hjá Føroyum í altjóða fótbólti, høvdu eysturríkar tveir mánaðar framman undan verið til HM-endaspælið í Italia.

Men føroysku hetjurnar á vøllinum vildu tað øðrvísi, og meðan sekundini og minuttirnir í dystinum ímóti Eysturríki á Landskrona Idrottsplats í Svøríki so hvørt gjørdust færri og færri, blivu vit samstundis meir og meir sannførd um, at dysturin fór ikki at enda við nøkrum stórsigri til Eysturríki. Heldur tvørtur ímóti.

Málið hjá Torkili Nielsen, ið uttan iva er ein av grundarsteinunum undir føroyskum landsliðsfótbólti, fór sum eldsúlur kring allan heimin hetta minniliga mikukvøldið í september fyri 25 árum síðani.

Føroyar vunnu 1-0 og ein tann størsta sensatiónin í altjóða fótbólti var veruleiki.

12. september 1990 og Landskrona verður ongantíð gloymt.

Føroyska liðið ímóti Eysturríki:
Jans Martin Knudsen, Julian Hansen, Jóannes Jakobsen, Jan Dam, Tummas Eli Hansen, Mikkjal Danielsen, Allan Mørkøre, Abraham Løkin (Hansen), Torkil Nielsen, Kári Reyheim og Kurt Mørkøre.

Á beinkinum:
Kaj Leo Holm Johannesen, Magni Jarnskor, Jens Erik Rasmussen, Gunnar Mohr og Pól Enok Hansen (sáli).

Venjari:
Páll Guðlaugsson