Útsetti dysturin millum B68 og HB í MeistaraDeildini hjá monnum verður spældur í annaðkvøld, týskvøldið 26. mai klokkan 18:30

——————

Annan hvítusunnudag var fult umfar í MeistaraDeildini hjá monnum á skránni. Men orsaka av vindi bleiv dysturin millum B68 og HB ikki settur í gongd.

Kappingardeildin hjá FSF hevur síðani avgjørt at dysturin í staðin verður spældur í morgin, týsdagin 26. mai klokkan 18:30.

Hetta hevur samstundis við sær, at dysturin í 12. umfari millum HB og Víking, sum skuldi vera í Gundadali komandi fríggjakvøld, er fluttur til leygardagin 30. mai.

12. umfar
Skála – 07 Vestur (fríggjadagin)
HB – Víkingur (leygardagin)
AB – NSÍ (leygardagin)
B68 – B36 (leygardagin)
KÍ – EB/Streymur (leygardagin)