Milja Reinert Simonsen, ið er skrásett fyri 14 dystir og fýra mál fyri Føroyar, er til reiðar, tá føroyska kvinnulandsliðið hósdagin klokkan 19:00 skal takast við Kekkia
Tá A-landsliðið við kvinnum fer á vøllin hósdagin klokkan 19:00 at spæla HM-undankappingardyst móti Kekkia, verður tað uttan Heidi Sevdal, ið hevur leikbann. Venjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur tó onnur kort at spæla, og vandamikli framherjin hjá HB, Milja Reinert Simonsen, er eitt av teimum. Hon er í hvussu er til reiðar, um hon fær møguleikan.
– Hetta er heilt sikkurt ein møguleiki fyri meg, men tú mást vera klár at taka av og vísa, at tú hevur uppiborið at byrja inni, sigur hon avgjørd. Fleiri dugnaligir álopsspælarar eru í hópinum, og tær vilja allar vísa seg frá síni bestu síðu, nú fyrireikingarnar til dystin hósdagin eru í hæddini.
– Til venjing sleppa vit allar at royna okkum á plássunum, har vit vanliga spæla, og tá tú so sleppur á tað plássið, mást tú gera títt allarbesta. Eg royni í øllum førum, at gera mítt ítasta til venjing hesar dagarnar, sigur Milja R. Simonsen við heimasíðuna hjá FSF.
Dysturin nærkast alsamt, og landsliðið er í løtuni savnað á Hotel Føroyum. Hesar dagarnar fram ímóti dystinum á Tórvølli snýr alt seg um stóru avbjóðingina, sum liggur fyri framman.
– Vit fara upp um 9-tíðina og eta morgunmat saman, áðrenn vit venja. Í dag (týsdagin), hava vit verið og vitja í Eysturskúlanum fyri at heilsa upp á børnini har, og fyri at gera eitt sindur vart við okkum, greiðir Milja frá.
Seinnapartin er hvíld á skránni, áðrenn venjing aftur er klokkan fimm. Um kvøldið er nátturði og fundur. Milja heldur, at slíkar umstøður betra um møguleikarnar fyri at røkka góðum úrslitum.
– Vit fáa savnað okkum fult og heilt um uppgávuna, og so má alt, sum er rundan um, bara vera, sum tað er, sigur Milja. Hon er altrá eftir at prógva, at tær kunnu náa langt.
– Nú hava vit hoyrt so nógv um menninar, sum rokku einum flottum meti og skrivaðu søgu, men vit vilja heilt sikkurt vísa, at vit eisini kunnu, slær hon fast.
20 ára gamla málfarliga kvinnan í HB-álopinum hevur hóast sín lutfalsliga unga aldur, spælt á landsliðnum í fleiri ár. Til dømis royndi hon seg í undankappingini fyri trimum árum síðani, og í vár skoraði hon avgerandi málið, tá føroysku kvinnurnar tryggjaðu sær plássið í undankappingini við 2-1 sigri á Turkalandi. Hon greiðir frá, at stórur munur er á at spæla fyri landsliðið á Tórvølli og at spæla ein vanligan dyst í føroysku landskappingini.
– Tað er sum nátt og dagur. Vit merkja tað fyrst og fremst, tí tað eru nógv fleiri áskoðarar til landsdystirnar. Støðið á venjingunum fer eisini upp, tí tí venur saman við teimum bestu føroysku spælararunum. Tað gongur skjótari og sendingarnar eru neyvari, greiðir hon frá.
– Tað ger stóran mun, at fleiri áskoðarar eru, tí genturnar geva seg meir. Vit verða lyftar upp, tá fólk rópa og eggja okkum. So vita vit eisini, at fólk eru áhugaði og vilja stuðla okkum. Tað ger, at vit kenna, at vit mugu geva okkurt aftur, sigur Milja Reinert Simonsen.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kekkia verður á Tórsvølli hósdagin 14. september klokkan 19:00. Ókeypis atgongd er til dystin.