Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir Bartal Petersen og Mikkjal Hellisá til EM-undankappingardystin móti Serbia, sum verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin klokkan 16:15

——————

Vøllurin á Djúpumýru í Klaksvík verður týsdagin 7. juni karmur um seinasta dystin í hesari undankappingini hjá U21-landsliðnum. Føroyar taka ímóti Serbia, og fyrsta spark verður klokkan 16:15.

Mikudagin stríddist føroyska liðið við Ukraina, sum fór av Tórsvølli við einum 4-0 sigri í viðførinum. Eftir dystin var greitt, at liðskiparin, Stefan Radosavljevic er leikbannaður til dystin móti serbum, og síðan hevur Áki Johannesen melda frá orsaka av skaða.

Í staðin hevur Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari, sent boð eftir Mikkjali Hellisá úr EB/Streymi, og Bartal Skaalum Petersen úr AB.

Atgongumerki til dystin millum Føroyar og Serbia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur fyri vaksin, meðan børn og ung, 17 ár og yngri hava ókeypis atgongd.