Fleiri føroyskir miðlar fylgja landsliðnum í Andorra. Hóast miðlarnar kappast, so er ovmikið av møguleikum hjá øllum, heldur royndur ítróttaskrivari

Føroyska landsliðið er í hesum døgum á vitjan í Andorra. Lítla fjallalandið á markinum millum Spania og Frakland telist eins og Føroyar millum minstu fótbóltstjóðir í heiminum.

 

Við føroyska liðnum eru eisini fleiri miðlafólk. Umboð fyri Portal.fo, Norðlýsið og Miðlahúsið eru við á ferðini í Andorra, og tískil skuldi ligið væl fyri hjá føroyska fjepparanum at fylgja við landsliðnum, og koma tættari at tí, ið hendir kring spælararnar og venjararnar, tá landsdystir eru á skránni.

 

– EFFO-deildin hevur ovurstóran áhuga millum okkara lesarar, men landsliðið hevur næstan líka stóran áhuga, og tað er tí sjálvsagt fyri okkum, at vit vilja vera við. Tú kemur tætt at spælarunum, og tað er áhugavert tilfar at fáa burturúr, sigur Jákup Ósa, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum.

 

At úrslitini í seinastuni hava verið góð hevur gjørt sítt, men tað er meira enn góðu úrslitini, sum skapa áhugan hjá miðlunum.

 

– Serliga síðani sigurin á Grikkalandi hevur áhugin fyri landsliðnum verið stórur. Í løtuni savnast fólk um landsliðið á Tórsvølli og á útvølli. Liðið mennist og fleiri spælarar skara framúr uttanlands. Tað tykist at ganga upp í eina hægri eind, sigur Jákup Ósá við heimasíðuna hjá FSF.

 

Føroysku miðlafólkini ferðast saman í Andorra og  búgva saman. Hóast tað er kapping um góðu søgurnar, er arbeiðslagið gott og samstarvið riggar.

 

– Her er ovmikið av møguleikum at finna sína egnar søgur. Tað er øgiliga stuttligt at ferðast saman við fólki, sum hava sama áhuga sum ein sjálvur. At fylgja landsliðnum er avbera stuttligt og gevandi, hóast tað eru langir dagar, so er hugurin góður.

 

– Og so ger tað einki, at fleiri KÍ’arar eru komnir á landsliðið, sigur ein flennandi Jákup Ósá at enda.

 

HM-undankappingardysturin millum Andorra og Føroyar verður spældur á Estadi Nacional í Andorra la Vella leygardagin 25. mars, klokkan 17:00, føroyska tíð.

 

Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum

 

Jens Hákun Leo, ítróttarskrivari á portal.fo – Myndir: Hans Erik Danielsen