Hóast trý umfør eru eftir at spæla í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum er longu greitt, at KÍ og B36 verða Føroyameistarar 2015
Fótbóltsárið 2015 er um at lækka ímóti endanum, og í flestu kappingum eru vinnararnir funnir. Eisini í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum er nú greitt, hvør fer avstað við meistaraheitinum. Og í báðum førum er talan um somu føroyameistarar sum í fjør, KÍ og B36.

Hjá kvinnum eru trý umfør eftir at spæla, og har hava kvinnurnar úr Klaksvík skrivað nýtt heimsmet við at vinna 16. meistaraheitið á rað.

Eisini í kappingini hjá monnum er talan um ein greiðan vinnara. Í fjórðseinasta umfar vann B36 2-1 á TB, samstundis sum NSÍ og HB spældu málleysan javnleik. Úrslitini hava við sær, at árstalsfelagið úr Havn nú er tíggju stig frammanfyri NSÍ, og hevur B36 sostatt endurvunnið føroyameistaraheitið.

Steypahandanin í EFFO-deildini verður í Fuglafirði leygardagin 3. oktober, og eina viku seinni, leygardagin 10. oktober, fáa kvinnurnar úr KÍ handað FM-steypið, tá tær á seinasta leikdegnum vitja EBS/Skála.