Tað endaði við einum 3-0 tapi, tá ið A-landsliðið við kvinnum leikti móti Albania tíðliga seinnapartin
Aftur í dag var talan um javnan dyst hjá kvinnulandsliðnum, hóast úrslitið bleiv eitt greitt tap. Dysturin bylgjaði báðar vegir og bæði liðini komu fram til fleiri kjansir, men tá samanum kom, so fekk Albania trý mál og Føroyar megnaðu ikki at umseta nakran kjans til mál.
Signe Pries Andersen, landsiðsvenjari, var skuffað av úrslitinum eftir dystin, men segði, at samanumtikið hevur hópurin fingið nógv burturúr venjingarleguni á Malta.
– Vit hava brúkt hesa venjingarleguna til at royna ymisk nýggj ting. Nýggja uppstilling, nýggjar samansetingar og nýggjar loysnir. Vit hava lært eina rúgvu, og kunnu taka nógv ting við okkum, nú vit skulu undir EM undankappingardystir í vár.
Lutakast um, hvørjum Føroyar skulu møta í vár, verður í Sveis 5. mars 2024.
Myndir: Domenic Aquilina