Tá ið kvinnulandsliðið fríggjadagin spældi móti Montenegro, fekk Maria Vinjardsdóttir Johansen sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum


19 ára gamla Maria Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ bleiv fyrstu ferð úttikin til Nations League dystirnar í oktober mánaða, og til dystin fríggjadagin í Montenegro, fekk hon sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.

Áðrenn Maria bleiv úttikin á A-landsliðið, hevur hon umboðað Føroyar tíggju ferðir á U19 landsliðnum. Maria, sum fyri tað mesta spælir á vonginum, spælir til dagliga við KÍ, tó at hon er uppvaksin í NSÍ.

Vit ynskja Mariu til lukku við sínum fyrstu minuttum á A-landsliðnum.