Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir Margunn Lindholm úr NSÍ til dystirnar ímóti Aserbadjan og Kýpros


Fríggjadagin 27. oktober og týsdagin 31. oktober skal A-landsliðið við kvinnum aftur í eldin, tá ið Aserbadjan og Kýpros vitja í Føroyum. Signe Pries Andersen hevur framt broytingar í hópinum, eftir at Durita Hummeland hevur givið avboð vegna skaða, og Rúna Olsen og Lena Olsen ikki eru tøkar. Nýggj í hópinum er Margunn Lindholm úr NSÍ.

Margunn hevur áður umboðað bæði U17 og U19 landsliðið, umframt at hon hevur leikt 16 dystir fyri A-landsliðið, so talan er um ein royndan leikara. Seinastu árini hevur Margunn stríðst við skaðar, men nú er hon klár aftur, og hevur gjørt tað so mikið væl fyri NSÍ, at boð eru send eftir henni.

Dysturin ímóti Aserbadjan verður leiktur fríggjadagin, 27. oktober kl. 14.00 við Djúpymýru í Klaksvík, í meðan Kýpros vitjar á Tórsvølli týsdagin, 31. oktober kl. 18.00.

Atgongumerki til dystin kunnu keypast á nethandlinum hjá FSF.