Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið 20 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan, sum vera á útivølli tíðliga í desembur
——————
Tveir dystir í UEFA Nations League hjá kvinnum eru á skránni í næstum. Talan er um útidystirnir ímóti Montenegro og Aserbadjan, sum verða spældir ávikavist 1. og 5. desembur. Og harvið verður síðsta punktum fyri føroyska fótbóltsárinum 2023 eisini sett.
Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum, og hon hevur nú sett navn á tær 20, ið eru boðsendar til ársins seinastu landsliðsuppgávur.
Ein broyting er gjørd í hópinum í mun til seinast. Av persónligum orsøkum er liðskiparin, Ásla Johannesen ikki tøk hesaferð. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur.
Hópurin
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn
Fridrikka Maria Clementsen, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Margunn Lindholm, NSÍ Runavík