Landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson hevur úttikið 24 spælarar til dystirnar móti Gibraltar og Liktinstein, sum vera ávikavist 26. og 29. mars
——————
Seinni í hesum mánaðinum fer A-landsliðið við monnum á venjingarlegu í Spania, og umframt venjingar, vera eisini tveir landsdystir á skránni.
Leygardagin 26. mars klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 29. mars klokkan 16:00 spæla Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Spania.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur úttikið 24 spælarar til komandi uppgávur. Og nýggjur í hópinum er Mads Boe Mikkelsen úr KÍ. Mads er skrásettur fyri fimm dystir og eitt mál fyri føroyska U21-landsliðið, men hevur enn sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum til góðar.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Heri Hjalt Mohr, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Daniel Johansen, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Myndir: Hans Erik Danielsen