NSÍ, Víkingur, HB og B36 vera í stóra glasbollanum, tá tað mikukvøldið skal finnast fram til, hvør skal møta hvørjum í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum
——————
Mikukvøldið, beint aftaná seinnu hálvfinaluna um Løgmanssteypið millum Víking og HB, verður lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum.
Lutakastið verður avgreitt í Víkingahúsinum í Sarpugerði, og víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Fyrsta umfar varð spælt mikukvøldið 12. juni, og tá avtornaði høvdu NSÍ, Víkingur, HB og B36 spælt seg víðari til hálvfinalurnar, sum eru á skránni 27 august og 25. september.
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.