Í kvøld verður drigið lut um, hvør skal spæla móti hvørjum í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum

——————

Fýra lið eru eftir í steypakappingini hjá kvinnum, og í 3-2 í kvøld verður lutakast um, hvussu liðini hittast í hálvfinalunum.

NSÍ, HB, B36 og 07 Vestur eru í bollanum, og fyrru hálvfinalurnar verða spældar 6. oktober.

Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni 30. oktober, og steypafinalan hjá kvinnum verður á Tórsvølli 6. november.