HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur vera í stóra glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar verður í Degi og Viku í kvøld

——————

Mikukvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni, og við sigrum á ávikavist AB, ÍF, TB og B36 er greitt, at liðini í hálvfinalunum vera HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur.

Hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum verður avgreitt við lutakasti, sum verður í Degi og Viku í kvøld klokkan 19:00.

Fyrru hálvfinalurnar eru settar at vera mikudagin 7. september, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 5. oktober. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.