Aftaná dystin millum 07 Vestur og NSÍ, sum verður á Dungasandi hóskvøldið klokkan 18:30, fara Heðin Arge og Sigtór Petersen at kasta lut um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá monnum
——————
Mikukvøldið 29. apríl og hóskvøldið 30. apríl eru fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum á skránni. Allir dystirnir byrja klokkan 18:30.
Mikukvøldið verða tríggir dystir spældir. Í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36. Í Sarpugerði í Norðragøtu fær Víkingur vitjan av FC Hoyvík, og á Svangaskarði á Toftum møtast B68 og KÍ. Fjórði dysturin verður hóskvøldið, tá 07 Vestur og NSÍ bresta saman á Dungasandi í Sørvági.
Aftaná dystin á Dungasandi verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinalunum. Tað verða Heðin Arge frá Televarpinum, og Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum, ið fara at avgreiða lutakastið, sum verður víst beinleiðis á Rás 1.
Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 13. og 14. mai, meðan seinni hálvfinalurnar vera 24. og 25. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur.




