Tað gjørdust Lukasz Cieslewicz úr B36 og Heidi Sevdal úr HB, ið fóru avstað við heiðrunum sum ársins spælarar 2015 hjá kvinnum og monnum
Í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya skipaði Miðlahúsið sunnudagin fyri serligari fótbóltssending á Rás 2, har ársins spælarar 2015 í føroyskum fótbólti vórðu kjósaðir. Tað eru liðskiparar, venjarar og tíðindafólk, ið hava atkvøtt fyri ársins spælarum.

Hjá monnum var tað pólski miðvallarin hjá føroyameistarunum úr B36, Lukasz Cieslewicz, ið fór avstað við heiðurinum sum ársins spælari, meðan Heidi Sevdal úr HB varð vald til ársins spælara hjá kvinnum.

Í alt 16 heiðrar vórðu latnir, umframt at ársins lið hjá bæði kvinnum og monnum eisini varð valt.

Har afturat varð gullskógvurin handaður toppskjúttunum í EFFO-deildini og í 1. deild hjá kvinnum, og eisini varð Fair Play-steypið handað liðnum, ið hevur skikkað sær best í fremstu deildini hjá monnum í ár.

Klæmint A. Olsen skoraði flest mál í EFFO-deildini, meðan Maria K. Thomsen vann gullskógvin hjá kvinnum. Fair Play-steypið vann EB/Streymur.

Ársins málverjar:
Ana Ivanov, KÍ
Tórður Thomsen, B36

Ársins verjuspælarar:
Rakul Magnussen, EBS/Skála
Odmar Færø, B36

Ársins miðvallarar:
Maria K. Thomsen, KÍ
Lukasz Cieslewicz, B36

Ársins framherjar:
Heidi Sevdal, HB
Klæmint A. Olsen, NSÍ

Ársins ungu spælarar:
Maria K. Thomsen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ

Ársins venjarar:
Venjaratoymið hjá KÍ
Eyðun Klakstein, B36

Ársins dómarar:
Áron Sofus Vest
Lars Muller

Fair Play:
EB/Streymur

Ársins spælarar:
Heidi Sevdal, HB
Lukasz Cieslewicz, B36

Fleir myndir frá tiltakinum, sum varð hildið í Perluni, kunnu síggjast HER (www.in.fo)