Mikudagin verður stórur steypadagur í Gundadali, tá fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vera á skránni. B36 tekur ímóti TB/FCS/Royn, og HB fær vitjan av AB
Her fyri var HM steypið á vitjan, og nú kemur eitt annað forkunnugt steyp á vitjan, nevniliga Løgmanssteypið.
Mikudagin 30. mai verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Báðir dystirnir verða í Gundndali í Havn. Klokkan 16:30 tekur HB ímóti AB, og klokkan 19:15 fær B36 vitjan av suðuroyingum.
Í samband við hesar báðar hálvfinalur vitjar sjálvt Løgmanssteypið í No12 á Tórsvølli, har møguleiki verður at taka mynd saman við steypinum. Tiltakið í No12 verður frá klokkan 15:30 til 19:00.
Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða mikudagin 13. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 25. august klokkan 19:45.
Løgmanssteypið, ið spælt verður um nú, varð fyrstu ferð kappast um í fjør. Tá vann NSÍ 1-0 í finaluni móti B36.
Mikudagin 30. mai verður møguleiki hjá áhugaðum at taka mynd saman við Løgmanssteypinum – Mynd: Hans Erik Danielsen