Her ber til at síggja øll málini í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum varð spælt flaggdagin, mikudagin 25. apríl

Tilsamans 19 mál vórðu skoraði í teimum sjey dystunum, tá 1. umfar í steypakappingini hjá monnum varð spælt flaggdagin, mikudagin 25. apríl.

 

Og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at AB, B36, Skála, TB/FCS/Royn, B71, EB/Streymur og HB, saman við Víkingi, spældu seg víðari til fjórðingsfinalurnar, sum verða 10. mai.

 

Í fjórðingsfinalunum hittast liðini soleiðis: HB – B71, Víkingur – TB/FCS/Royn, B36 – Skála og AB – EB/Streymur.

 

Í sjónmiðlinum niðanfyri ber til at síggja øll málini sum blivu skoraði í 1. umfari.