Nú er greitt, at tað verða Víkingur og KÍ, ið møtast í finaluni um Løgmanssteypið hjá monnum, sum verður leygardagin 5. septembur. Atgongumerki til finaluna fáast til keyps á FSF.fo og á atgongumerki.fo
——————
Talan gjørdist um tveir sera ymiskar dystir, tá seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum vóru á skránni mikukvøldið og hóskvøldið. Tá avtornaði vóru tað KÍ og Víkingur, ið tryggjaðu sær finaluplássið.
Við Løkin í Runavík fingu áskoðararnir nógv fyri pengarnar, har KÍ var á vitjan. Klaksvíkingar høvdu eina 4-2 leiðslu frá fyrra dystinum, men NSÍ – við Peturi Knudsen á odda – stríddist av álvara fyri møguleikanum, og aftaná vanliga leiktíð og umdyst høvdu runavíkingar vunnið 4-2.
6-6 samanlagt, og tí bleiv neyðugt við brotssparkskapping, sum KÍ at enda vann 3-2.
Í Sarpugerði í Norðragøtu skuldi HB halda fast í 2-1 leiðsluni, sum teir reyð-svørtu høvdu vunnið sær í fyrru hálvfinaluni. Men mongum brestir ætlan, og soleiðis var hjá HB hóskvøldið.
Víkingur setti alt uppá pláss á heimavølli og vann 4-0. Í fyrri hálvleiki legði Jákup Johansen teir ljósabláu á odda 2-0, og við tveimum málum eftir steðgin staðfesti Sølvi Vatnhamar sigurin.
Sostatt verða tað Víkingur og KÍ, sum bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið hjá monnum, sum verður á Tórsvølli leygardagin 5. septembur klokkan 19:00.
Atgongumerki til finaluna fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.




