Við meira enn helvtina av atkvøðunum á sona appini, varð Livyan Silva úr B36 vald til besta spælara í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði

——————

Fult umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum var spælt sunnudagin. Á Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ 4-0 á Víkingi, og í Gundadali vann HB 5-0 á Skála.

Í niðara bólki vann ÍF 4-2 á heimasølli ímóti FC Suðuroy, og á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 2-1 á B36.

Áðrenn dystin í Sørvági varð besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum kunngjørdur, og hesaferð fór Livyan Silva úr B36 avstað við heiðurinum.

Tær tilnevndu vóru Durita Hummeland og Sanna Svarvadal úr KÍ, og Livyan Silva úr B36. Og tá atkvøðugreiðslan á sona appini endaði, hevði Livyan Silva fingið meira enn helvtina av atkvøðunum.

Tað var Kristina Christiansen, hjálparfólk hjá B36, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði Livyan Silva eitt gávubræv frá Føroya Tele, og eitt heiðurstekin, ið er latið av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Stigatalvur og leikskráir: MeistaraDeildin kvinnur

Ein fegin Livyan Silva úr B36 eftir at hon er kosin til besta spælara í MeistaraDeildini í august mánaði – Mynd: Hans Erik Danielsen