FSF Varpið: Her ber til at síggja Stórsteypadystin millum Víking og NSÍ. Eftir vanliga leiktíð og brotssparkskapping gjørdist úrslitið 4-3 til Víking
Leygarkvøldið varð fótbóltsárið 2018 formliga sparkað í gongd, tá árligi stórsteypadysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri varð spældur á Tórsvølli.
Tíðliga í dystinum legði Árni Frederiksberg NSÍ á odda, men lítla løtu seinni javnaði Adeshina Lawal fyri Víking.
Fleiri mál komu ikki eftir vanliga leiktíð, og tí varð neyðugt at avgera dystin um Lions Steypið við brotssparkskapping. Og her var tað Elias Rasmussen í málinum hjá Víkingi, ið gjødist stóra hetjan. Endaliga úrslitið gjørdist 4-3 til verandi føroyameistararnar.
Í FSF Varpinum ber til at síggja allan dystin. Frásøgumaður er Tróndur Arge, og viðmerkjari er Andre Olsen.