Føroyar komu í bólk saman við Litava, Luksemborg og Turkalandi í komandi UEFA Nations League kapping, sum er á skránni komandi ár
——————
Seinnapartin hósdagin var lutakast um, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla ímóti í komandi UEFA Nations League kapping.
Og tað bleiv júst soleiðis, sum liðskiparin, Hallur Hansson ynskti, tá hann mikudagin bleiv spurdur, hvørji lond hann vónaði at Føroyar fóru at trekkja hesaferð.
– Dreymabólkurin er Turkaland, Luksemborg, Litava og Føroyar. Hinvegin, so vil eg ógvuliga fegin sleppa undan Bulgaria, Grikkalandi og Kosovo, segði Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyar komu í bólk C1 saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava.
Skráin fyri UEFA Nations League 2022/2023 verður væntandi klár innan stutta tíð – møguliga í morgin, fríggjadagin. Men greitt er, at dystirnir í bólkaspælinum verða í juni og september mánað komandi ár. Fýra dystir vera í juni, og tveir í september.
Mynd: www.UEFA.com