Sámal Erik Hentze hevur sett sína fyrstu liðuppstilling sum U21 landsliðsvenjari, og fleiri debutantar eru millum teir fyrstu 11 á vøllinum móti Ísrael í kvøld


Bæði í álopinum og í verjuni fara vit at síggja nýggjar leikarar, tá Føroyar í kvøld taka ímóti Ísrael á Svangaskarði. 18 ára gamli Jonn Johannesen, sum hevur higartil í ár skotið níggju mál fyri KÍ, verður fremsti maður á føroyska liðnum í kvøld. Jonn hevur spælt níggju dystir fyri U19 landsliðið, men í kvøld verður hansara elddópur fyri U21.

Ein annar av debutantunum er 17 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi úr HB. Hóast ungan aldur hevur Samuel vunnið sær pláss á besta liðnum hjá HB, og nú fær hann eisini møguleikan frá byrjan á U21 landsliðnum. Umframt Jonn og Samuel, fær Hanus Sørensen eisini debut á U21 í kvøld. Havnarmaðurin, sum spælir í danska FC Midtjylland, hevur spælt 10 dystir fyri U19 landsliðið.

Eins og fleiri av leikarunum í kvøld fáa sín elddóp á U21 landsliðnum, so er støðan hin sama hjá venjaranum, sum er sera spentur til uppgávuna.

– Hetta er ein nýggj tíð og nýggjar avbjóðingar, og vit eru allir spentir at sleppa í gongd. Leikararnir eru tendraðir, og nú ræður tað um at halda fokus og disiplinina fyri at fáa eitt gott úrslit í kvøld, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Teir 11, sum byrja dystin fyri Føroyar í kvøld eru hesir:

Rói M. Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel J. Chukwudi, Hanus Sørensen – Pætur Petersen, Magnus H. Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Mads Mikkelsen – Jonn Johannesen.

Dysturin millum Føroyar og Ísrael byrjar kl. 17.00 og verður vístur beinleiðis í Televarpinum.