Nú er greitt, hvørjar 11 byrja á vøllinum fyri Føroyar, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Gibraltar á fyrsta sinni bresta saman í vinardysti í dag


Lagt er upp til ein spennandi dyst á Victoria Stadium, har Gibraltar tekur ímóti Føroyum, og nú er eisini greitt, hvussu føroyska byrjunaruppstillingin sær út.

Valborg Østerø byrjar í málinum, og í verjupartinum sleppur Julia Helena Dal Henriksen hesaferð at byrja á høgra bakki, meðan Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss og Ásla Johannesen allar hava fingið afturval.

Kára Djurhuus mannar í dag føroyska miðvøllin saman við Sannu Svarvadal og Heidi Sevdal, meðan Julia Naomi Mortensen og Tóra Mohr byrja sum fremstu føroysku spælararnir.

Á føroyska bonkinum eru Monika Biskopstø, Maria á Lakjuni, Olga Kristina Hansen, Rúna Jacobsen, Mirjam Huneck og Lena Olsen.

Dysturin millum Gibraltar og Føroyar byrjar kl. 12.30 føroyska tíð, og hann kann stroymast á hesum leinkinum.