John Petersen, landsliðsvenjari hevur valt tær fyrstu 11, sum skulu byrja EM undankappingardystin móti Wales


Liðið, sum byrjar á vøllinum móti Wales, er í stóran mun hitt sama, sum byrjaði á heimavølli móti Hvítarusslandi í seinasta dysti. Ein broyting er tó við tað, at Olga Kristina Hansen aftur er við frá byrjan á føroyska miðvøllinum.

Liðið móti Wales er hetta: 
Óluva Joensen verjir málið, Jacoba Langgaard og Birita Ryan eru í miðverjuni, meðan Ásla Johannesen og Sanna Svarvadal eru á ávíkavist vinstra og høgra bakki. Elisabet Vang verður á verjukenda miðvøllinum, Olga Kristina Hansen og Kára Djurhuus mitt á miðjuni, Jensa Tórolvsdóttir á vinstra kanti og Sara Samson Lamhauge í høgru, meðan Heidi Sevdal verður fremsti leikari. 

Dysturin móti Wales byrjar kl. 16.30 og hann kann stroymast beinleiðis her.