Fýra broytingar eru í byrjunaruppstillingini til finaluna í Baltic Cup móti Litava


Lene Terp, landsliðsvenjari hevur nú sett nøvn á tær 11, sum skulu byrja finaluna móti Litava í Baltic Cup. Og samanborið við dystin móti Estlandi, eru fýra broytingar gjørdar í byrjunaruppstillingina.

Tað verður Anna Sunadóttir Hansen, sum hesaferð verjir føroyska málið, meðan Sarita Maria Mittfoss nú byrjar í miðverjuni saman við Rakul Mariu Johannesen. Bakkarnir eru tær somu, Ásla Johannesen í vinstru og Maria á Lakjuni í høgru síðu.

Á miðvøllinum er Sara Samson Lamhauge nú á vøllinum frá byrjan saman við Heidi Sevdal og Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir. Á vinstra kanti byrjar Lea Símunardóttir Lisberg aftur hesaferð, og á høgra kanti er Julia Helena Dal Henriksen fyri fyrstu ferð í byrjunaruppstillingini. Debutanturin og málskjúttin í hálvfinaluni, Hervør Olsen, byrjar aftur í dag í álopinum.

Finalan í Baltic Cup er ímóti vertstjóðini Litava, sum í sínari hálvfinalu vann heili 5-0 móti Lettlandi. Dysturin verður spældur á Alytus Stadium, hann byrjar klokkan 12.00 føroyska tíð og kann stroymast beinleiðis her.