Klokkan 17.00 verður venjingardysturin hjá kvinnulandsliðnum móti Malta bríkslaður í gongd. Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur gjørt nakrar broytingar í mun til seinasta dyst
Føroyska liðið hevur broytt leikskipan til dystin í kvøld. Stillað verður við trimum verjuleikarum, fýra miðvallarum og trimum framrættaðum leikarum. Ein broyting bleiv gjørd í føroyska hópinum undan fráferð úr Føroyum. Julia Naomi Mortensen úr NSÍ er vorðin skadd, og fyri hana er Mirjam Huneck, eisini úr NSÍ, úttikin.
Í føroyska málinum í dag byrjar Óluva Joensen. Í verjuni verða Tórunn Højgaard Joensen, Durita Hummeland og Birita Ryan.
Á sentrala miðvøllinum byrjar Sunniva Willemoes saman við Saru Samson Lamhauge. Liðskiparin Ásla Johannesen og Rúna Jacobsen byrja á ávíkavist høgra og vinstra kanti, meðan Eyðvør Klakstein, Tóra Mohr og Heidi Sevdal manna føroyska álopið.
Á bonkinum eru: Valborg Østerø, Eyðgerð Mikkelsen, Malena Olsen, Ása Stórá Carlsen, Rebekka Fjallsá Benbakoura, Mirjam Huneck, Fridrikka Clementsen, Jensa Tórolvsdóttir, Mona Rasmusdóttir, Margunn Lindholm, Maria Johansen og Sára á Líðarenda
Dysturin verður spældur á Tony Bezzina Stadion á Malta, og fyrsta bríksl verður kl. 17.00 føroyska tíð. Dysturin sæst her: https://www.fsf.fo/live-foroyar-malta/