Klokkan 12:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Montenegro á útivølli. Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur sett føroyska liðið
Landsliðsvenjarin hevur framt eina broyting í mun til seinasta dyst, tá ið Føroyar taptu 0-1 móti Kýpros á heimavølli. Ásla Johannesen er ikki við, og inn fyri hana er komin Rúna Jacobsen úr HB.
Verjan er tann sama sum seinast. Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Birita Ryan, sum eisini er liðskipari og Sara Samson Lamhauge. Á vinsta bakki er Tórunn Højgaard Joensen, meðan Julia Naomi Mortensen verður á høgra bakki.
Á sentrala miðvøllinum byrja Sunniva Willemoes og Eyðvør Klakstein saman við Malenu Olsen. Á kantunum byrja Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir í høgru, meðan Rúna Jacobsen verður í vinstru. Fremst verður Heidi Sevdal.
Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Rebekka Benbakoura, Fridrikka Clementsen, Mona Rasmusdóttir, Margit Magnusdóttir, Tóra Mohr, Ása Stórá Carlsen og Maria Vinjardsdóttir Johansen.
Dysturin byrjar klokkan 12:00 føroyska tíð, og verður vístur á R1 í Televarpinum.