Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið til dagsins dyst móti Aserbadjan


Kl. 14.00 spælir føroyska kvinnulandsliðið móti Aserbadjan á Djúpumýru í Klaksvík.

Landsliðsvenjari hevur framt nakrar broytingar í mun til seinasta dyst, tá ið Føroyar taptu 0-1 móti Kýpros á útivølli. Liðskiparin Ásla Johannesen er leikbannað og tí ikki við.

Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Birita Ryan og Sara Samson Lamhauge. Nýggj á vinsta bakki er Tórunn Højgaard Joensen, meðan Julia Naomi Mortensen verður á høgra bakki.

Á sentrala miðvøllinum byrja Sunniva Willemoes og Eyðvør Klakstein saman Heidi Sevdal sum hesaferð er flutt inn sentralt. Á kantunum byrja Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir í vinstru, meðan Rúna Jacobsen verður í høgru. Í álopinum hevur Malena Olsen fingið afturvæl.

Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Rebekka Benbakoura, Fridrikka Clementsen, Mona Rasmusdóttir, Margunn Lindholm, Tóra Mohr, Ása Stórá Carlsen og Maria Vinjardsdóttir Johansen.

Dysturin byrjar kl. 14.00 og verður vístur í Televarpinum.