Um eina løtu hittast Føroyar og Ukraina í HM undankappingardysti á Tórsvølli – her er føroyska byrjunaruppstillingin


Landsliðsvenjarin hevur nú gjørt av, hvørjar 11 byrja á vøllinum fyri Føroyar í næstseinasta undankappingardystinum í hesum umfarinum.

Rakul Maria Johannesen, sum vanliga er at finna í føroysku miðverjuni, hevur drigist við ein trupulleika í lærinum seinastu dagarnar, og hon er tí ikki við frá byrjan í dag – annars eru allir spælarar tøkir.

Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og Birita Ryan mannar miðverjuna saman við Saritu Mariu Mittfoss. Liðskiparin Ásla Johannesen byrjar á vinstra bakki, meðan Maria á Lakjuni byrjar á høgra.

Í sentrala miðvøllinum byrja Sanna Svarvadal, Ansy Jakobsen og Jensa Tórolvsdóttir, meðan Heidi Sevdal og Mona Rasmusdóttir byrja á ávíkavist vinstra og høgra kanti. Í álopinum byrjar Lea Lisberg sum fremsti føroyski spælarin.

Á føroyska bonkinum sita Valborg Østerø, Rakul M. Johannesen, Julia Naomi Mortensen, Olga Kristina Hansen, Tórunn Højgaard Joensen, Hervør Hansdóttir Olsen, Tóra Mohr, Rebekka Fjallsá Benbakoura, Ása Carlsen og Rúna Jacobsen.

Dysturin millum Føroyar og Ukraina byrjar kl.18.00, og hann verður vístur á R1 hjá Televarpinum.