Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur sett liðið til fyrsta undankappingardystin í hennara tíð við róðrið


Venjaratoymið hevur nú sett nøvn á tær 11, sum byrja dystin móti Spania á Tórsvølli klokkan 18.00.

Óluva Joensen verjir málið, og í verjupartinum byrja Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan og Sarita Maria Mittfoss, meðan Ásla Johannesen og Julia Naomi Mortensen vera í hvør sínari síðu.

Sanna Svarvadal, Jensa K. Tórólvsdóttir og Heidi Sevdal manna føroyska miðvøllin saman við Leu Lisberg, og fremsti leikari verður Maria Biskopstø, sum spælir sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið í kvøld.

Á føroyska bonkinum sita Maria á Lakjuni, Durita Hummeland, Eyðvør Klakstein, Monika Biskopstø, Olga Kristina Hansen, Tóra Mohr, Katrina Sjóvará og Valborg Østerø.

Dysturin millum Føroyar og Spania byrjar klokkan 18.00, og hann verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum.