Føroyska U18-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í UEFA menningarkappingini í Estlandi. Men Lettlandi, ið var mótstøðuliðið hesaferð, sýndi ringan ítróttaranda, og helt ikki óskrivaðar reglur
U18-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Estlandi, tapti eisini næsta dystin í kappingini. Úrslitið ímóti Lettlandi, ið var mótstøðuliðið hesaferð, gjørdist 2-1 til lettlendsku genturnar, eftir at føroyska liðið annars var á odda í steðginum.
Men um Lettland helt óskrivaðar reglur, sum UEFA hevur ásett, so er als ikki óhugsandi, at úrslitið av hesum dysti hevði verið øðrvísi.
– Til tílíkar menningarkappingar ynskir UEFA, at eingin spælari er á vøllinum allar 160 minuttirnar fyrstu tveir dystirnar. Hesa óskrivaðu reglu hava vit hildið, meðan Lettland spældi fulla tíð við teirra bestu spælarum. Ringur ítróttarandi, og eg eri fullvísur í, at um bæði liðini gjørdu tað sama, so hevði úrslitið verið øðrvísi, sigur John Petersen, ið saman við Ingun Hansen stendur á odda fyri føroyska U18-landsliðnum við gentum.
Føroyska liðið var greitt oman á í fyrra hálvleiki, og um meir hepni var við okkara gentum, so kundu tær verið á odda við fleiri málum í steðginum. Kortini bleiv tað bara til tað eina málið, sum Evy á Lakjuni skoraði.
Eftir hvíldina fingu tær lettlendsku genturnar vent dystinum, og við tveimum tøttum málum um miðjan seinna hálvleik, kom Lettland á odda 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
– Sjálvt um vit taptu, so eri eg sera væl nøgdur við avrikið hjá okkara spælarum. Tað styrkti eisini um liðið, at Erla Christiansen, ið stýrdi spælinum væl, hesaferð var klár frá byrjan. Verjan stóð eisini væl, og allan fyrra hálvleik var Evy á Lakjuni ein støðug hóttan ímóti lettlendska málinum. Bara spell, at Lettland ikki helt óskrivaðu reglurnar, tí okkara gentur høvdu avgjørt uppiborið betri, sigur John Petersen at enda úr Estlandi.
Triðji og seinasti dystur í UEFA menningarkappingini hjá føroyska U18-liðnum verður fríggjadagin, tá vertirnir úr Estlandi taka ímóti.
Føroyska liðið ímóti Lettlandi:
12. Randi á Bergi (GK), 2. Sarita Mittfoss (6. Rebekka Benbakkoura, 41′), 3. Birita B. Nielsen (C) (4. Nadja N. Johannesen, 41′), 5. Erla Christiansen, 8. Ninna Hansen (17. Hansina Ronaldsdóttir, 71′), 9. Evy á Lakjuni (7. Tórunn Joensen, 41′), 10. Tóra Mohr, 14. Marjun á Lakjuni (13. Masa Kallsberg, 41′), 15. Jónfríð Johannessen, 16. Bjørg D. Djurhuus og 18. Barbara M. Høgnesen (11. Lea Hansen, 58′).
Eykamálverjin, Eyðgerð Mikkelsen kom ikki á vøllin.