Meinhard Egilsson Olsen stóð fyri føroyska málinum, tá Moldova og Føroyar spældu javnleik 1-1 í fyrsta dystinum í undankappingini til HM 2022
——————
Føroyska A-landsliðið við monnum er komið væl frá byrjan í undankappingini til HM 2022. Fyrsta umfar í kappingini varð spælt hósdagin, og úrslitið á útivølli ímóti Moldova gjørdist javnleikur 1-1. Meinhard Egilsson Olsen javnaði fyri Føroyar tá sjey minuttir vóru eftir at spæla.
Føroyska liðið sat annars á meginpartinum av spælinum nærum allar 90 minuttirnar, og tað var tískil als ikki í tráð við leikgongdina, at heimamenninir vóru á sigurskós í steðginum.
Men okkara fullu ongantíð í fátt, heldur tvørturímóti, og tá samanumkom høvdu Håkan Ericson og hansara menn uppiborið meir enn tað eina stigið.
Í hinum dystunum í okkara bólki vann Danmark 2-0 á útivølli móti Ísrael, meðan Skotland og Eysturríki býtti stigini við at spæla javnleik 2-2.
Sunnudagin skal føroyska liðið aftur í eldin, tá eysturríkar taka ímóti á Ernst-Happel stadion í Wien. Og mikudagin í næstu viku er HM-undankappingardysturin móti Skotlandi á skránni.
Myndir: Hans Erik Danielsen