Føroyska liðið kom væl frá byrjan í dystinum móti Ungarn, og longu eftir góðar seks minuttir legði Lea Lisberg Føroyar á odda. Men tá avtornaði vunnu gestirnir ein tryggan 7-1 sigur


Lat tað vera sagt beinanvegin: Gestirnir vóru betra liðið, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum týskvøldið tók ímóti Ungarn á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 7-1 til Ungarn, sum var á odda 5-1 í hálvleikinum.

Tað var annars Lea Lisberg, ið gav Føroyum eina dreyma byrjan longu í sætta minutti. Horna bleiv sent væl inn fyri úr vinstru, og við nærmaru stong setti Lea krúllin á bóltin, og so var 1-0 til Føroyar.

Fyrstu løtuna hevði føroyska liðið tamarhald á dystinum, og tað var einki, ið bendi á, at talan skuldi gerast um ein stórsigur til gestirnar. Men sum fráleið tóku ungarsku kvinnurnar alt meir yvir, og tá dómarin floytaði til hálvleik, var 5-1 til Ungarn.

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. Ungarn sat á meginpartin av spælinum, og kom eisini til fleiri góðar støður. Tær fingu eisini tvey mál afturat, og vunnu til endans 7-1.

Næsta uppgáva hjá føroyska liðnum er um ein mánað, hósdagin 25. november, tá útidysturin móti Spania er á skránni.

Støðan og leikskráin í bólkinum sæst H E R

Niðanfyri eru myndir frá dystinum, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.