Áðrenn seinastu venjingina, undan dystinum ímóti Andorra, hevði Lars Olsen, landsliðsvenjari tíðindafund. Og har slóð venjarin fast, at tað er ein stór uppgáva, ið bíðar føroyingunum leygardagin

– Andorra er heilt greitt eitt lið, ið kemur at geva okkum mótstøðu, og eg havi stóra virðing fyri teimum. Teir hava havt tað trupult á útivølli, men á heimavølli hava teir veruliga bitið frá sær, segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum á Estadio Nacional leikvøllinum.

 

Føroyska liðið kom til Andorra la Vella, sum høvuðsstaðurin í Andorra eitur, seint týsdagin, og síðani hevur liðið havt tríggjar góðar venjingar. Og sjálvt um sjúka hevur darvað eitt sindur, so eru allir blivnir klárir til fimta dystin í hesari undankappingini.

 

– Ímóti Lettlandi spældu teir (red. Andorra) væl, og taptu bara við einum máli. Men vit hava eisini spælt nakrar góðar dystir í seinastuni, sum hevur givið okkum sjálvsálit, og um vit taka sjálvsálitið við okkum á vøllin leygardagin, so trúgvi eg uppá trý stig til Føroyar, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

 

FLEIRI MYNDIR KUNNU SÍGGJAST HER!