Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hava sett liðið, sum klokkan 17:00 í dag byrjar á vøllinum ímóti Lettlandi

Føroyska landsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin ímóti Lettlandi, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:00. Hópurin hevur verið saman síðani týsdagin, og aftaná seinastu venjingina fríggjadagin kundi staðfestast, at allir spælararnir eru væl fyri, og fult byrgir at taka dystin upp við lettar.

 

Lars Olsen, landsliðsvenjari, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen hava gjørt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin ímóti Andorra fyri einum mánað síðani.

 

Gunnar Nielsen verður í mál. Í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum byrja Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen og Gilli Sørensen. Framrættaður miðvallari verður Róaldur Jakobsen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í álopinum.

 

Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Matras Gestsson, Trygvi Askham, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen, Odmar Færø, Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Ári Mohr Jónsson, Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin, Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen.