Landsliðsvenjarin er harmur um javnleikin móti Lettlandi, men leggur samstundis dent á, at føroyska avrikið fyri tað mesta var gott

– Um onkur átti at vunnið handan dystin, so burdi tað verið vit. Vit høvdu fleiri góðar møguleikar, men eisini løtur, har vit ikki ordiliga eru har, sum vit skulu vera, sigur Lars Olsen millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.

Seinni dysturin hjá landsliðnum í Marbella er á skránni sunnudagin. Tá er mótstøðuliðið Liktinstein, og til tann dystin ætlar venjarin at skifta eitt sindur út á liðnum.

– Taktiska uppleggið til báðar dystirnar er nakað tað sama, men vit fara at flyta eitt sindur runt við spælarunum, fyri at síggja ymiskar samansetingar á nøkrum plássum og harvið kanska eisini síggja nýggjar møguleikar, sigur landsliðsvenjarin.

Dysturin millum Føroyar og Liktinstein kann stroymast á www.fsf.fo sunnudagin kl.16:45.