Komandi mánadag fer Lars Olsen at úttaka føroyska hópin, sum 31. august og 3. september skal spæla ímóti ávikavist Portugal og Andorra

Fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum til HM-undankappingardystirnar ímóti Portugal og Andorra, sum verða 31. august og 3. september, eru so smátt farnar í gongd, og mánadagin 21. august fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngera hópin, sum verður úttikin.

 

Longu nú er tó greitt, at Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Gilli Rólantsson Sørensen, Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson verða ímillum teir 23, sum hesaferð fara at fáa landsliðsboð.

 

Í samband við úttøkuna verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 21. august klokkan 10:00.

 

Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystin ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 3. september klokkan 17:00 hevur gingið væl, og líkt er til, at tað verður fullsett kring vøllin.

 

Tó eru framvegis nøkur atgongumerkir eftir, og í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF ber til at ogna sær atgongumerki til dystin ímóti Andorra, og til landsdystin ímóti Lettlandi, sum verður 7. oktober.