Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, er sum heild væl nøgdur við lutakastið í sambandi við undankappingina til HM 2018
– Hetta verður sjálvandi ein stór avbjóðing, men eg vænti kortini, at vit hava møguleikar fyri góðum úrslitum. Soleiðis sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, um lutakastið í sambandi við undankappingina til HM 2018, sum byrjar á heysti komandi ár.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B, saman við Andorra, Lettlandi, Ungarn, Sveis og Portugal.

– Vit vónaðu at trekkja Onglandi, men fingu ístaðin Portugal og Ronaldo, og har afturat sluppu vit undan fleiri av teimum eysturlendsku londunum. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við lutakastið, sigur Lars Olsen úr St. Pætursborg í Russlandi.

Bólkur A
Holland
Frakland
Svøríki
Bulgaria
Hvítarussland
Luksembourg

Bólkur B
Portugal
Sveis
Ungarn
Føroyar
Lettland
Andorra

Bólkur C
Týskland
Kekkia
Norðurírland
Aserbaidjan
San Marino

Bólkur D
Wales
Eysturríki
Serbia
Írland
Moldova
Georgia

Bólkur E
Rumenia
Danmark
Pólland
Montenegro
Armenia
Kasakstan

Bólkur F
Ongland
Slovakia
Skotland
Slovenia
Litava
Malta

Bólkur G
Spania
Italia
Albania
Ísrael
Makedonia
Liktenstein

Bólkur H
Belgia
Bosnia/Hersigovina
Grikkaland
Estland
Kypern

Bólkur I
Kroatia
Ísland
Ukreina
Turkaland
Finnland