Avtala er gjørd millum Fótbóltssamband Føroya og Reyni Service, at landsliðsvenjarin næstu tvey árini koyrir í Toyota

Tá Lars Olsen, í november mánað í fjør, varð settur í starv sum føroyskur landsliðsvenjari, boðaði hann beinanvegin frá, at hann hevði ætlanir um at vera í Føroyum so ofta sum gjørligt. Á hendan hátt vildi nýggi landsliðsvenjarin fáa eitt breitt innlit í føroyskan fótbólt.
 

Og fyri at gera umstøðurnar hesum viðvíkjandi so góðar sum tilber, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt avtalu við Reyni Service. Avtalan inniber, at landsliðsvenjarin hevur fingið ein spildurnýggjan Toyota Avensis at koyra í næstu tvey árini, tær ferðirnar hann er í Føroyum.