Klokkan 10:00 mánadagin 10. mars fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til HM undankappingardystirnar móti Kekkia og Montenegro, sum vera á útivølli seinni í mánaðinum


Um tvær vikur verður hol sett á undankappingina til HM 2026. Føroyar eru í bólki L, saman við vinnarinum av Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Leygardagin 22. mars spæla Kekkia og Føroyar í Kralove í Kekkia, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 25. mars tekur Montenegro ímóti á Niksic City Stadion.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF húsinum mánadagin 10. mars klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera føroyska hópin til teir báðar dystirnar, sum eru á skránni seinni í hesum mánaðinum.

Hvørt tað verður Frankaríki ella Kroatia, ið vera í bólki L í komandi HM undankapping, verður avgjørt við tveimum play-off dystum, sum verða spældir 20. og 23. mars. Tapandi liðið kemur í bólk saman við Føroyum, meðan vinnarin fer til UEFA Nations League endaspælið, sum verður í Týsklandi ella í Italia í summar.

HM endaspælið í 2026 verður í USA, Kanada og Meksiko.