Mánadagin 31. oktober klokkan 10:00 fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum at úttaka hópin til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo

——————

Leygardagin 19. november verður seinasta punktum sett fyri landsliðsárinum hjá Håkani Ericson og hansara monnum. Føroyska A-landsliðið skal nevniliga spæla tveir venjingardystir í november mánað, sum báðir verða á útivølli.

Tann fyrri verður í Kekkia mikudagin 16. november klokkan 17:00, føroyska tíð, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november hittast Kosovo og Føroyar í Pristina.

Í hesum sambandi verður boðið til tíðindafund í FSF-húsinum mánadagin 31. oktober klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson at kunngera teir 24 spælarar, ið fara at fáa A-landsliðsboð hesaferð.