Í kvøld spæla Føroyar og Portugal á Tórsvølli. Í hesum sambandi hevur FSF Varpið hitt fyrrverandi landsliðskempuna, Óla Johannesen

FSF Varpið hevur verið á ferð, og hesaferð hava vit verið á Tvøroyri og tosað við Óla Johannesen, sum frá 1992 til 2007 spældi 83 landsdystir fyri Føroyar, og skoraði eitt mál.

Fryntligi tvøramaðurin veit tí hvat hann tosar um, tá prátið kemur inn á føroyska landsliðið, og hvussu tað er at spæla ímóti stórum stjørnum, sum vit vanliga bara síggja í sjónvarpinum.


Í sendingini verður tosað um fótbóltsumstøðurnar á Tvøroyri, tíðina hjá Óla á landsliðnum, og eisini hevur hávaksni tvørmaðurin sína meining um, hvussu vit skulu royna at steðga Cristiano Ronaldo.