Sølan av Landsliðskortinum, ið gevur atgongd til allar heimadystirnar í næstu HM-undankapping, gekk væl, og longu eftir góðum trimum tímum var útselt
Áhugin fyri føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum hevur sjáldan verið størri enn júst nú. Hetta sást eisini aftur á søluni, tá nýggja Landsliðskortið varð sett til sølu á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Við nýggja Landsliðskortinum hevur ánarin av kortinum tryggjað sær fast pláss á Tórsvølli til allar heimadystirnar í næstu HM-undankapping, sum byrjar í september komandi ár.

Umleið 400 kort vórðu sett til sølu, og sigast má, at sølan gekk avbera væl. Longu eftir góðum trimum tímum var útselt.

Nær restina av atgongumerkjunum til komandi HM-undankappingardystir verða sett til sølu, er ikki endaliga avgjørt enn. Men miðað verður eftir, at sølan kann byrja umleið 1. mars 2016.