Í samband við landsdystin millum Ungarn og Føroyar hósdagin 8. oktober, skipar FSF fyri landsliðsferð til ungarska høvuðsstaðin frá 5. til 9. oktober
Hósdagin 8. oktober, kl. 21:45 (19:45 føroyska tíð) spælir føroyska A-landsliðið seinasta útidystin í hesari EM-undankappingini, tá Ungarn tekur ímóti á Flórián Albert Stadion í Budapest.

Í hesum sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri landsliðsferð til ungarska høvuðsstaðin.

Atlantic Airways flýgur landsliðið beinleiðis úr Vágum til Budapest mánadagin 5. oktober, og heim aftur eftir landsdystin, fríggjadagin 9. oktober.

Dagarnar í Budapest húsast føroysku viðhaldsfólkini á Eurostars Budapest Centre gistingarhúsinum, sum liggur sera væl fyri í miðbýnum í ungarska høvuðsstaðnum.

Lokalir serhandlar og altjóða mótahús liggja tætt í miðbýnum, umframt eitt eitt ótal av sjarmerandi mat- og kaffistovum. Budapest er søguríkur býur við vøkrum arkitekturi og lívligum mentanarumhvørvi, har heimskendu baðistovurnar standa serliga høgt á listanum yvir vitjunarverd støð.

Hitastigini í Budapest í oktober eru væntandi um tey 20, og tí liggur væl fyri at njóta alt, ið býurin hevur at bjóða. Landsliðstúrurin til ungarska høvuðsstaðin er tí júst tann rætta ferðin hjá lívsnjótandi landsliðsfjepparanum, ið ynskir at stuðla sínum liði við stíli.

Ferðaskrá
5. oktober 2015, kl. 14:00-18:15 Vágar-Budapest
9. oktober 2015, kl. 13:00-15:15 Budapest-Vágar

Prísur
Kr. 6.795,-

Íroknað prísin eru flogferð og ferðaavgjøld, gisting í tvíkamari, bussflutningur og atgongumerki til landsdystin.

Eykagjald fyri einakamar: 1.200 kr.

Tilmelding:
Send teldupost til Kristin Dam Ziska, [email protected]