Á samkomu í FSF-húsinum týsdagin varð nýggi landsliðsbúnin vístur alment fram. Flaggdagin ber til at ogna sær búnan í Nethandilinum á fsf.fo
Tá føroyska A-landsliðið við monnum fer á vøllin í fyrsta dystinum í UEFA Nations League i heyst, verður tað eisini í nýggjum landsliðsbúna. Tað er italska klædnamerkið Macron, sum hesaferð hevur sniðgivið búnan, ið ber brá av Merkinum, okkara 18 oyggjum og sjálvandi flagglitunum.
Tað er eitt gott ár síðani, at nýggi landsliðsbúnin varð sniðgivin, og farna týsdag nýttu fitt av fólki at vera hjástødd, tá Fótbóltssamband Føroya skipað fyri samkomu, har nýggi búnin bleiv vístur fram.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF bjóðaði vælkomin, og umboð fyri Macron søgdu nøkur orð um søguna hjá italska klædnaveitaranum og um tilgongdina, at gerast veitari av klæðum til føroysku landsliðini.
Síðani varð skipað fyri dysti í Túnabólti (Street Soccer) millum tvey lið, annað úr Havn og hitt úr Sundalagnum, og tá varð nýggi snotuligi landsliðsbúnin tikin alment í nýtslu.
Longu nú ber til at keypa nýggja landsliðsbúnan í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Sum nakað nýtt ber eisini til at keypa Macron landsliðsbúnan til børn, heilt niður í 1 ára aldur.
Fleiri myndir frá tiltakinum kunnu síggjat á Norðlýsinum og á in.fo.
Myndir: Hans Erik Danielsen