Í samband við heimadystirnar hjá landsliðunum á Tórsvølli í oktober, fer Skansin at selja kápur, sum rigga serstakliga væl til landsliðsbúnan. Hetta fyri at stuðla átakinum “spælihetjur”


Tá ið fótbóltsfjepparar koma á Tórsvøll til landsdystirnar hjá monnum og kvinnum í oktober, verður ikki bara møguleiki fyri at stuðla sjálvum landsliðunum. Í samband við dystirnar verður nevniliga eisini møguligt at stuðla spælihetjunum við at keypa kápur í føroyskum litum í sølubúðini hjá Skansanum.

Spælihetjurnar eru vanligir gestir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hetjurnar vitja børnini og eru virkin saman við teimum í rørslu og spæli. Sambært aðalskrivaranum í Fótbóltssambandi Føroya, liggur tað so at siga “til høgra beinið” at stuðla spælihetjunum á hendan hátt.

– Rørsla og spæligleði eru millum grundarsteinarnar í fótbóltinum, og hetta er eisini júst tað, sum spælihetjurnar geva sjúklingunum á Barnadeildini í einum gerandisdegi á sjúkrahúsi, sum annars skjótt kann blíva einstáttaður og rørslufátækur. Tí er hetta eitt átak, sum vit fegin vilja vera við til varpa ljós á, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá FSF.

Spælihetjurnar byrjaðu sum eitt fyribrigdi, ið Børneulykkesfonden tók stig til í Danmark í 2017, og í løtuni eru spælihetjurnar virknar á 13 donskum sjúkrahúsum, umframt á Landssjúkrahúsinum í Havn. Fyri stigtakararnar hevur stuðulin frá føroysku fótbóltslandsliðunum stóran týdning. 

– Endamálið við spælihetjunum er at geva innløgdum børnum eitt frírúm, har tey kunnu spæla og vera kropsliga virkin. Tað er sera gott fyri tey, og harumframt geva hesar fríløturnar eisini børnunum ein felagsskap og møguleika fyri at knýta nýggj vinaløg. Sum heild verða spælihetjurnar væl móttiknar, og tí eru vit eisini sera glað og takksom fyri áhugan og stuðulin frá føroysku landsliðunum, sigur Henriette Madsen, aðalskrivari í Børneulykkesfonden.